Búmerkið hjá felagnum
Heim / Skúlin / Deildir og skúlatilboð /
Forskúlin

Forskúlin.

FORSKÚLIN

Ein trygg byrjan á skúlalívið

Í forskúlanum arbeiða námsfrøðingar og lærarar saman um læring, trivnað og felagsskap.

Læring gjøgnum spæl

Børnini læra við at spæla, kanna og royna seg. Arbeiðið fevnir um mál, støddfrøði, náttúru, rørslu og skapandi virksemi. Sosial menning og samstarv eru ein týðandi partur av degnum.

Tryggleiki og felagsskapur

Vit leggja dent á, at børnini kenna seg trygg, finna seg til rættis í felagsskapinum og gerast kunnug við skúlan.

Til foreldur

Hava tit spurningar?

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna.

Telefon: 30 25 10
Teldupostur: sah@skulin.fo