Ljósástova.
LJÓSÁSTOVA
Læring við støði í einstaka næminginum
Ljósástova er eitt serligt skúlatilboð í samstarvi millum Skúlan á Argjahamri og Sernám. Tilboðið er ætlað næmingum, ið ikki fáa nøktandi undirvísingartilboð í vanligu skúlaskipanini.
Læring og menning
Í Ljósástovu ganga næmingar úr mið- og hádeild. Undirvísingin verður lagað til einstaka næmingin. Miðað verður eftir, at næmingarnir kunnu fáa eitt 9. floksprógv.
Tryggleiki og trivnaður
- Eitt róligt og trygt læruumhvørvi.
- Sosial, persónlig og faklig menning.
- Tímatalva og stuðul lagað til næmingin.
- Virðing fyri ymiskleika og hjálp til at vera partur av felagsskapinum.
Hvar er Ljósástova?
Ljósástova er í norðara enda í Látrinum og hevur egna inngongd. Har eru tvær skúlastovur, eitt sansarúm og egið vesi.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við skrivstovuna fyri at fáa meira at vita um Ljósástovu.
Telefon: 30 25 10
Teldupostur: sah@skulin.fo