Trygging.
SKÚLADAGURIN
Trygging hjá næmingum
Her finnur tú kunningarskrivið um tryggingarviðurskifti hjá skúlanæmingum og vegleiðing um, hvar tú kanst fáa greiðu á tínum viðurskiftum.
Hvat eigur tú at gera?
Kanna tykkara egnu trygging
Spyr tryggingarfelagið, hvør dekningur er galdandi fyri barnið, og um tørvur er á aðrari trygging.
Um ein skaði hendir
Set teg í samband við skúlan um hendingina og spyr um mannagongdina. Tryggingarfelagið kann greiða frá, hvussu skaðin skal fráboðast hjá teimum.
Les kunningarskrivið
Skrivið frá Tórshavnar kommunu lýsir ábyrgd og tryggingarviðurskifti, soleiðis sum tey vóru frágreidd, tá ið skrivið varð gjørt.
Spurningar?
Vend tær til skúlan við spurningum um eina hending í skúlanum. Tryggingarfelagið kann svara fyri tykkara egna dekning.