Búmerkið hjá felagnum
Heim / Skúlin /
Visiónir og virðir

Visiónir og virðir.


Her skulu øll kunna læra, trívast og kenna seg heima

Hetta er visiónin hjá Skúlanum á Argjahamri. Hon er grundarlagið undir tí, vit gera saman í gerandisdegnum.

OKKARA VIRÐISGRUNDARLAG

Fýra Á, sum vísa okkum leiðina

Ábyrgd

Vit taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, hvørjum øðrum og felagsskapinum. Vit vísa virðing og umsorgan í verki.

Álit

Vit byggja álit við at vera álítandi, fyrikomandi og greið í okkara samskifti.

Ágrýtni

Vit halda fram, eisini tá tað er trupult, og vit læra av at royna.

Ávirkan

Okkara val, orð og atburður kunnu styrkja læring, trivnað og felagsskap.

Visiónin í gerandisdegnum

Pláss fyri ymiskleika

Vit fagna ymiskleikanum og styrkja ein tryggan og sterkan felagsskap.

Náttúran sum læriøki

Vit nýta náttúruna sum íblástur, læriøki og uppliving.

Tøkni við umhugsni

Vit nýta tøkni á ein ábyrgdarfullan hátt, so hon stuðlar læring og forvitni.

Soleiðis arbeiða vit við trivnaði

Les um felagsskap, stuðul og reglurnar um ein góðan skúladag.

Trivnaður og happing
Stuðul frá Førleikastovuni
Skúlareglur