Mannagongdir.
SKÚLIN Á ARGJAHAMRI · HEIM OG SKÚLI
Almennar mannagongdir
Her síggja næmingar og foreldur, hvussu vit gera í vanligum støðum í skúlalívinum. Mannagongdirnar skulu gera tað lætt at vita, hvønn tit skulu venda tykkum til, og hvat næsta stigið er.
01Samskifti millum heim og skúla
Vendið tykkum til tann, sum best kann hjálpa við málinum.
Gott samstarv byrjar við, at vit tosa saman. Setið tykkum í samband við skúlan, tá ið okkurt er at spyrja um, ella tá ið tit eru stúrin um barnið.
- Um undirvísing og uppgávur: skrivið til læraran í lærugreinini.
- Um trivnað og gerandisdagin hjá barninum: skrivið til flokslæraran.
- Um málið ikki verður loyst, ella tað snýr seg um leiðsluviðurskifti: setið tykkum í samband við skúlaleiðsluna.
Vanlig boð millum heim og skúla verða send í Kervi+. Kann málið ikki bíða, ringið til skrivstovuna á 30 25 10. Boð um einstøk børn verða tikin beinleiðis við viðkomandi starvsfólk.
Vit skriva og tosa virðiliga við hvønn annan. Tá ið eitt mál krevur nærri umrøðu, avtala vit eina samrøðu og semjast um næstu stig.
02Uppmøting, frávera og fríloyvi
Boðið frá, tá ið barnið ikki kemur í skúla.
Reglulig skúlagongd hevur týdning fyri læringina og felagsskapin. Vit hjálpa barninum at møta í góðari tíð og at vera við í skúladegnum.
Sjúka og onnur frávera
Boðið flokslæraranum frá, tá ið barnið er sjúkt ella av aðrari orsøk ikki kemur í skúla. Upplýsið navn, flokk og tíðarskeið. Verður barnið sjúkt í skúlatíð, avtalar skúlin við heimið, hvussu barnið kemur heim.
Fríloyvi og ferðing
- Við fráveru í ein ella tveir dagar boða tit flokslæraranum frá.
- Varar fráveran tríggjar dagar ella meira, venda tit tykkum til skúlan um fráveruna og avtaluna við heimið.
- Skal barnið ferðast í skúlatíð, skal flokslærarin hava undirskrivaða avtalu undan ferðini. Skúlin útvegar skjalið.
Tá ið fráveran veksur
Flokslærarin fylgir við uppmøtingini. Um fráveran er nógv ella ofta endurtekur seg, tosa vit við barnið og foreldrini um orsøkirnar og gera eina avtalu um hjálp og uppfylging. Er torført hjá barninum at koma í skúla, er gott at siga frá tíðliga.
03Arbeiðslag og afturboðan
Gott arbeiðslag er nakað, vit læra og menna saman.
Arbeiðslag snýr seg um, hvussu næmingurin fer til arbeiðis í skúlanum: hvussu hann fyrireikar seg, luttakar, arbeiðir við uppgávum og samstarvar við onnur. Góðir arbeiðsvanar hjálpa næminginum at læra og gera tað lættari at vera partur av felagsskapinum.
Næmingar hava ymiskar fortreytir og kunnu arbeiða ymist frá lærugrein til lærugrein. Tí hyggja vit at arbeiðslagnum í tí samanhangi, næmingurin er í, og tosa um bæði tað, sum gongur væl, og tað, sum kann mennast.
Hetta leggja vit dent á
- Fyrireiking: At næmingurin hevur tilfar við og fyrireikar seg til arbeiðið eftir førimuni.
- Tíð og uppgávur: At næmingurin kemur í gongd, nýtir tíðina og roynir at halda avtalur og freistir.
- Sjálvstøða: At næmingurin roynir sjálvur, tekur ábyrgd og biður um hjálp, tá ið tørvur er á tí.
- Luttøka og ágrýtni: At næmingurin er við í arbeiðinum og roynir aftur, hóast okkurt er torført.
- Samstarv og samskifti: At næmingurin lurtar, sigur sína hugsan og er við til at skapa arbeiðsfrið.
Tá ið vit tosa um arbeiðslag
Eitt gott arbeiðslag sæst til dømis, tá ið næmingurin er fyrireikaður, arbeiðir miðvíst og samstarvar við onnur. Onkur hevur brúk fyri áminningum ella hjálp at koma í gongd og kann kortini vera væl á veg.
Um tað ofta er trupult at koma í gongd, gera uppgávurnar ella luttaka í samstarvinum, kanna vit saman, hvat forðar. Vit hyggja eisini at uppgávunum, umstøðunum og tí stuðli, næmingurin fær.
Luturin hjá skúlanum
Lærarin greiðir frá, hvat næmingarnir skulu arbeiða við, og hvat verður væntað av teimum. Vit skipa arbeiðið, so næmingarnir vita, hvussu teir koma í gongd, og fáa vegleiðing og hóskandi avbjóðingar.
Næmingurin fær afturboðan um, hvat riggar væl, og hvat hann kann royna næstu ferð. Afturboðanin kann vera munnlig ella skrivlig og skal hjálpa næminginum víðari.
Luturin hjá næmingi og heimi
Næmingurin roynir at vera fyrireikaður, luttaka og siga frá, tá ið nakað er ógreitt. Heimið kann stuðla við at fylgja við í vikuætlanini og tosa við barnið um skúladagin og arbeiðið.
Tá ið arbeiðið er trupult
Er arbeiðslagið ein afturvendandi avbjóðing, tosa lærarin og næmingurin um støðuna. Eftir tørvi verður heimið tikið við. Saman avtala vit eitt ella fleiri ítøkilig stig og nær vit fylgja upp, fyri at vita um hjálpin riggar.
04Tá ið nýggir næmingar byrja
Setið tykkum í samband við skúlan, so vit kunnu fyrireika byrjanina.
Ein góð móttøka ger tað lættari at koma inn í ein nýggjan flokk. Tá ið skúlagongdin er avtalað, fyrireika vit byrjanina saman við barninum og foreldrunum.
- Vit avtala byrjanardag og eina samrøðu um skúlagongdina, áhugamálini og møguligan tørv á stuðli.
- Foreldrini fáa kunning um flokslærara, tímatalvu, vikuætlan, samskifti og praktisk viðurskifti.
- Flokslærarin fyrireikar flokkin og syrgir fyri, at næmingurin verður vístur til rættis í skúlanum.
- Floksfelagar hjálpa nýggja næminginum at finna seg til rættis, bæði í tímunum og í fríkorterunum.
- Flokslærarin og heimið avtala, nær tey tosa saman aftur um, hvussu byrjanin hevur verið.
Forteljið okkum tað, sum hevur týdning fyri, at barnið kann fáa eina trygga byrjan.
05Telefonir og snildur
Brúkið telefonirnar hjá skúlanum, um tit skulu hava samband í skúlatíð.
Skúlin á Argjahamri hevur telefonforboð, sum eisini fevnir um snildur. Hetta hevur verið galdandi síðani august 2025.
Næmingar kunnu fáa samband við heimið við telefonunum á deildunum. Hava foreldur boð, sum ikki kunnu bíða, kunnu tey ringja 30 25 10. Undantøk verða bert gjørd í serligum førum.
Á síðuni við skúlareglunum stendur, hvussu skúlin fer fram, tá ið forboðið verður brotið.
06Trivnaður, ósemjur og happing
Sigið frá, um tit síggja ella uppliva, at onkur ikki hevur tað gott.
Næmingar kunnu venda sær til flokslæraran ella ein vaksnan, teir hava álit á. Foreldur venda sær fyrst til flokslæraran ella toymisleiðaran. Tit kunnu siga frá, hóast tit ikki vita, um talan er um happing.
- Flokstoymið tekur fráboðanina upp og kannar støðuna við at tosa við tey, sum málið viðvíkur.
- Skúlin avtalar, hvørji tiltøk skulu hjálpa barninum og felagsskapinum. Við tørvi verða leiðslan, AKT, SSP ella heilsufrøðingurin tikin við.
- Heimið verður kunnað um arbeiðið, sum viðvíkur egnum barni. Flokstoymið fylgir við, um tiltøkini hjálpa, og tillagar tey eftir tørvi.
Ósemjur skulu takast í álvara. Happing krevur eisini, at vit arbeiða við felagsskapinum og tí, sum heldur áganginum við líka. Hetta fevnir eisini um happing á netinum.
07Útferðir, setursskúlar og námsferðir
Foreldur fáa kunning um ferðina og tað, næmingarnir skulu hava við.
Ferðir eru ein partur av skúlaarbeiðinum og felagsskapinum. Undan ferðini fáa næmingar og foreldur kunning um endamál, tíðir, útgerð og samband við starvsfólkini á ferðini.
Hevur barnið tørv á serligum fyriliti, skulu foreldrini tosa við flokslæraran í góðari tíð, so luttøkan kann fyrireikast.
Námsferð í 7. flokki
Verandi reglur loyva 7. flokki á námsferð í Norðurlondum í upp til fimm yrkadagar. Ferðin skal standa í ársætlanini. Trý starvsfólk fylgja við uttan sjálv at bera ferðaútreiðslur. Foreldragjaldið hevur eitt hámark á 2.500 kr., og støddin á lummapeninginum verður avtalað.
Allar ásetingar um ferðina og fíggingina standa í skúlareglunum.
08Tá ið álvarslig sjúka ella sorg rakar
Boðið flokslæraranum ella leiðsluni frá, so vit kunnu stuðla barninum.
Tá ið álvarslig sjúka, vanlukka ella deyði rakar eitt barn ella familjuna, kann skúladagurin gerast tungur. Vit vilja møta barninum við umsorgan og finna eina hóskandi leið saman við heiminum.
- Flokslærarin ella leiðslan avtalar við heimið, hvør hevur samband við familjuna.
- Vit tosa um, hvat barnið hevur tørv á í skúlanum, og hvussu vit kunnu taka atlit í gerandisdegnum.
- Saman við heiminum avtala vit, hvat flokkurin og viðkomandi starvsfólk skulu vita.
- Vit avtala, hvussu sambandið verður hildið, eisini tá ið barnið kemur aftur eftir fráveru.
Tørvurin kann broytast við tíðini. Tí fylgja vit upp og laga hjálpina eftir støðuni.
09Tá ið okkurt ikki riggar
Sigið okkum frá, so vit kunnu taka málið upp.
Eru tit ónøgd við okkurt í skúlanum, vilja vit fegin hoyra um tað. Greiðið frá, hvat er hent, og hvat tit hava tørv á at fáa greitt.
Vanliga byrja tit við at tosa við starvsfólkið, sum málið viðvíkur, ella flokslæraran. Snýr málið seg um leiðsluna, ella er tað av slíkum slag, at tit ikki kunnu taka tað upp við viðkomandi starvsfólk, kunnu tit venda tykkum beinleiðis til skúlastjóran.
Vit lurta eftir pørtunum og avtala, hvat skal gerast, hvør hevur ábyrgdina, og nær vit fylgja upp. Fáa tit ikki greiðu á málinum, kunnu tit biðja leiðsluna um eina samrøðu og vegleiðing um, hvussu tit koma víðari.
Skrivstovan hjálpir tykkum víðari