Búmerkið hjá felagnum
24. aug. 2026

Skúlin á Argjahamri søkir lærara.

Skúlin á Argjahamri søkir eftir einum lærara at byrja 21. september 2026 og restina av skúlaárinum. Starvið er á lønarbroti 0,77.

Søkt verður eftir lærara við læraraútbúgving og linjulestri ella samsvarandi førleikum í støddfrøði og donskum, sum kann undirvísa í mið- og hádeild.

Umsóknarfreistin er mánadagin 7. september 2026 kl. 13.00.

Les meira um starvið og setanartreytirnar í starvslýsingini.Lærari til Skúlan á Argjahamri.pdf