19. aug. 2025
Felags foreldrafundur 26. august.
Týsdagin 26. august bjóða vit øllum foreldrum hjartaliga vælkomin til felags foreldrafund á skúlanum. Hetta er eitt gott høvi at fáa innlit í floksarbeiðið, práta saman og styrkja samstarvið millum heim og skúla.
Fundirnir verða hildnir úti í floksstovunum, og hvør deild hevur sína tíð:
- Grunddeild kl. 17.00
- Miðdeild kl. 18.00
- Hádeild kl. 19.00
Eftir fundirnar verður eisini høvi at njóta ein drekkamunn saman á hvørjari deild.