Kunning viðvíkjandi telefonpolitikki í Skúlanum á Argjahamri.
Skúlastýrið fyri Skúlan á Argjahamri avgjørdi tann 04.03.2025 at seta telefonforboð í gildi
í skúlanum. Hetta verður sett í verk við skúlaársbyrjan í august 2025. Forboðið fevnir
eisini um snild-ur.
Skúlastýrið saman við skúlanum setir hetta forboð í verk, tí vit ynskja, at næmingar
skulu fáa betri skúlatrivnað sum heild.
Ein telefonfríur skúli letur millum annað upp fyri
- styrktum djúphugsni
- styrktum felagsskapi
- styrktum kt-dannilsi
- styrktum trivnaði, spæli og læring
Hava næmingar tørv á at fáa samband við foreldrini, eru telefonir tøkar á øllum deildum.
Foreldur kunnu eisini ringja til skrivstovuna hjá skúlanum. Bert í heilt serligum førum
verður givið frávik frá forboðinum.
Reglugerð
Um næmingur hevur telefon/snild-ur við uttan loyvi og brúkar tólið í skúlatíð, er
galdandi:
Fyrstu ferð:
Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir
tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.
Aðru ferð:
Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir
tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.
Triðju ferð:
Næmingurin verður sendur heim restina av skúladegnum. Skúlaleiðslan kunnar heimið,
og tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.