Búmerkið hjá felagnum
10. jun. 2025

Hugna- og rørsludagur í Grunddeildini.

Fríggjadagin høvdu vit ein hugna- og rørsludag í Grunddeildini. Børnini vórðu blandað í 16 ymiskar bólkar og skuldu so kappast og samstarva á 8 ymiskum postum. Spølini vóru sera ymisk, m.a. skógvastafett, høvdingabólt, rísposakast, stein-saks-pappír við hularingum og vatnstafett í ánni. Vit hugnaðu okkum og komu at kenna børn úr øðrum flokkum.

Fleiri myndir.