Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning / Roynd og próvtøkur /
Skrivlig próvtøka

Skrivlig próvtøka.

ROYNDIR OG PRÓVTØKUR · 2027

Tín skrivliga próvtøka

Her sært tú, hvussu skrivliga próvtøkan fer fram, og hvørjar hjálparmiðlar tú kanst brúka í 9. flokki. Reglurnar eru ymiskar frá parti til part.

Áðrenn og undir próvtøkuni

Fyrireika teg: Próvtøkan fer fram í læstum kaga í Wiseflow. Tú ritar inn á roynd.skulin.fo við Office-brúkaranum. Kanna í góðari tíð saman við lærara ella umsjón, at FlowLock virkar á telduni, og hav loyvdu hjálparmiðlarnar á pappíri við tær.

Meðan tú situr til próvtøku: Tú hevur ikki atgongd til opið net. Bert teir talgildu hjálparmiðlarnir, sum eru loyvdir til júst tín próvtøkupart, eru tøkir í læsta kaganum. Tú kanst bert samskifta við umsjónarfólkini.

Tá tú ert liðug/ur: Avrikið verður goymt í Wiseflow og latið inn har. Greiðslurokning er undantakið: tú svarar á pappíri, og skúlin leggur avrikini inn í Wiseflow.

Meginreglan um hjálparmiðlar

Brúka bert tað, sum er nevnt sum loyvt fyri tín próvtøkupart. Í málunum er rættstavari ikki loyvdur í fyrstu pørtunum, men kann nýtast í framseting. Í fimisrokning eru bert skriviamboð og kladdupappír loyvd. Spyr læraran áðrenn próvtøkuna, um tú ert í iva.

Føroyskt · Danskt · Enskt · Støddfrøði

Føroyskt

Skrivliga próvtøkan hevur tríggjar partar, til samans 5 tímar.

Stavseting og mállæra · 45 minuttir

Loyvt: talgildar orðabøkur og bendingarmynstur á Sprotin.fo og Bendingar.fo í læsta kaganum; orðabøkur á pappíri; mállærutilfar útgivið av forlagi; mállæruyvirlit frá lærara á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Ikki loyvt: rættstavari

Lesing · 45 minuttir

Loyvt: talgildar orðabøkur og bendingarmynstur á Sprotin.fo og Bendingar.fo í læsta kaganum; orðabøkur á pappíri; mállærutilfar útgivið av forlagi; mállæruyvirlit frá lærara á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Ikki loyvt: rættstavari

Framseting · 3½ tímar

Loyvt: talgildar orðabøkur og bendingarmynstur á Sprotin.fo og Bendingar.fo í læsta kaganum; orðabøkur á pappíri; frymlasøvn útgivin av forlagi ella gjørd av lærara á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Rættstavari: kann nýtast

Danskt

Skrivliga próvtøkan hevur tríggjar partar, til samans 5 tímar.

Stavseting og mállæra · 45 minuttir

Loyvt: talgildar orðabøkur og bendingarmynstur á Sprotin.fo, Ordnet.dk og Retskrivningsordbogen í læsta kaganum; orðabøkur á pappíri; mállærutilfar útgivið av forlagi á pappíri; mállæruyvirlit frá lærara á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Ikki loyvt: rættstavari

Lurting og lesing · 45 minuttir

Loyvt: talgildar orðabøkur og bendingarmynstur á Sprotin.fo, Ordnet.dk og Retskrivningsordbogen í læsta kaganum; orðabøkur á pappíri; mállærutilfar útgivið av forlagi á pappíri; mállæruyvirlit frá lærara á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Ikki loyvt: rættstavari

Framseting · 3½ tímar

Loyvt: talgildar orðabøkur og bendingarmynstur á Sprotin.fo, Ordnet.dk og Retskrivningsordbogen í læsta kaganum; orðabøkur á pappíri; frymlasøvn útgivin av forlagi ella gjørd av lærara á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Rættstavari: kann nýtast

Enskt

Skrivliga próvtøkan hevur tveir partar, til samans 4½ tíma.

Málkunnleiki, staviførleiki, lurtifatan og lesifatan · 90 minuttir

Loyvt: talgildar orðabøkur á Sprotin.fo og Oxford Learner’s Dictionaries í læsta kaganum; orðabøkur á pappíri; mállærutilfar útgivið av forlagi; mállæruyvirlit frá lærara á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Ikki loyvt: rættstavari

Framseting · 3 tímar

Loyvt: talgildar orðabøkur á Sprotin.fo og Oxford Learner’s Dictionaries í læsta kaganum; orðabøkur og undirvísingartilfar á pappíri; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Rættstavari: kann nýtast

Støddfrøði

Skrivliga próvtøkan hevur tveir partar, til samans 5 tímar.

Fimisrokning · 1 tími

Loyvt: vanlig skriviamboð og kladdupappír

Ikki loyvt: roknimaskina ella aðrir hjálparmiðlar

Greiðslurokning · 4 tímar

Loyvt: vanlig skrivi- og tekniamboð og kladdupappír; støddfrøðiligar handbøkur; undirvísingartilfar á pappíri; roknimaskina; Excel; GeoGebra; egnar notur og gamlar uppgávur á pappíri

Innlatin: uppgávurnar síggjast talgildar, men svarið verður skrivað á pappír

Dagfesting og spurningar

Skrivligu próvtøkurnar eru 19.–25. mai 2027. Skúlans próvtøkuætlan vísir, hvørjar dagar tú skalt møta, og hvar tú skalt vera. Spyr flokslæraran, um okkurt er ógreitt.

Sí próvtøkukalendaran

Grundarlag: Próvstovan, „Skrivligu próvtøkur fólkaskúlans – ásetingar um hjálparmiðlar“, august 2026, og „Kunning og reglur í sambandi við skrivligu próvtøkur fólkaskúlans“, septembur 2026. Yvirlitið her er lagað til 9. flokk.