Búmerkið hjá felagnum
14. mai 2025

Svøvnvanar - Góð ráð frá heilsufrøðinginum.

Góðu foreldur

Í oktobur/novembur í ár vóru tykkara børn til eina útskúlakanning hjá mær. Tað vísir seg, at fleiri teirra sova ov lítið. Uml. helvtin av næmingunum í 9. fl. fingu minni enn 8. tímar av svøvni til dagligt. Nøkur av børninum fingu 5-6 tímar av svøvni. Viðmalt er at tannáringar fáa uml 9-10 tímar svøvn dagliga.

Nú tá ið royndirnar koma vil eg bara minna á at góður svøvnur er avgerandi fyri heilsu, trivnað og læring hjá børnum og ungum.

Hví er svøvnur týdningarmikil?

  • Heilsa: Góð svøvnur styrkir immunverjuna og minkar um vandan fyri sjúkum.
  • Læring: Svøvnur er neyðugur fyri at minnast og læra nýtt tilfar.
  • Trivnaður: Næmingar, sum sova væl, hava betri huglag og orku til dagin.

Hvussu kunnu tit hjálpa?

  • Regluligur svøvnur: Hjálpið børnunum at hava fasta svøvnritmu við at fara í song og vakna um somu tíð hvønn dag.
  • Skapa góðar svøvnvanar: Tryggið, at børnini hava eitt friðarligt og myrkt kamar at sova í, og at tey sleppa undan skíggjum minst ein tíma áðrenn songartíð.

Vónandi kunnu tit hjálpa tykkara tannáringum at fáa góðan svøvn nú tá ið royndirnar koma.

Vinarliga

Karin Gaardlykke, heilsufrøðingur