Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 7. flokkur / B /
Myndir

Myndir.

Setursskúli í 6.b - dagur 2 .

Dagur 2: Dagurin byrjaði við einum frískum morgundyppi og síðan at vitja 6. flokk í Vágs skúla, har vit fingu rundvísing á skúlanum og so á eitt fotosafari runt í bygdini. Eftir miðmála gekk leiðin niðan á Eggjarnar, har vit sóu Loran støðina, ið enska hervaldið lat byggja undir Seinna heimsbardaga og bergtakandi útsýnið av vestursíðuni av Suðuroynni suður móti Beinisvørði. Klokkan 19 skuldu vit eta lekran burgara á Garðslon, og eftir tað fóru vit ein túr á spæliplássið á Sandinum og so ein túr kring vatnið vestur á Vágseiði, har vit klintraðu á klettunum og fangaðu seinastu sólargeislarnar. Vit sovnaðu aftur til søguforteljing um heksirnar úr Suðuronglandi.