Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 7. flokkur / B /
Myndir

Myndir.

Setursskúli í 6.b - dagur 1.

Dagur 1: Komin til Vágs ótu vit matpakka og innrættaðu okkum í hølunum hjá Jómsvíkingum, Jómsborg. Síðan gingu vit yvir um land í Marghøllina, har vit spældu fótbólt, gjørdu fimleik, klintraðu og hildu stafettkapping. Eftir at hava brúkt nógva orku, gingu vit inn við síðuna av, í Pálshøll, har vit spældu í hylinum og hugnaðu okkum í heitu pottunum. Á heimvegnum stukku vit inn á dúrkið á skúlaskipinum Georg Stage, har vit sluppu at ringja við klokkuni til vaktarskifti. Kvøldið endaði við matgerð og við krógva og blunda á kaiini og leitan í fjøruni eftir ymiskum land-art lutum. Heksirnar hjá Roaldi Dahl fylgdu okkum yvir í Dreymaland, har Hákunardrongur bíðaði.