Myndir.
Vísindavøka 2024.
Góðu tit øll Eitt, ið var nýtt fyri næmingarnar í ár, var at vit fóru til tveir av mongu fyrilestrunum, ið høvi var at fara til. Eg helt hetta átakið rigga væl. Fyrilestrarnir vardu 20 minuttir hvør. Næmingarnir úr 6.b hoyrdu um týdningin av dýraæti í sjónum - og so vóru eisini fleiri, ið valdu at hoyra um gransking í dygdarmenning innan dagstovnarøkið. Eg hugsaði ikki, at nakar teirra fór at lurta eftir hesum, men so hoyrdi eg ein næming siga við ein annan: "Jú, hetta er tað, ið tú ætlar at vera". Dagførdir og framskygnir næmingar. Her eru nakrar heilt fáar løtumyndir. Tað var so pakkað við fólki, tá har vit gingu runt. Ein góð og áhugaverd vitjan við næmingum, ið allir samlir umboðaðu skúla, heim og seg sjálvan væl. Gott vikuskifti øll somul. Bl.h. Jórun, flokslærari