Myndir.
Fiskitúrur við Westward Ho.
Vit høvdu ein serstakliga góðan túr við Westward Ho í allarfagrasta veðri. Hýrurin var góður, eyðsæð var, at nakrir næmingar vóru í sínum elementi á sjónum við tráðu, aðrir fingu roynt, hvat úrslit kann standast av at hava tolni og uppaftur aðrir fingu flutt mørk. Alt samalt í einum góðum anda, har man gleddist um sigrar hvør hjá øðrum, eggjaði til áhaldni og stuðlaði hvør øðrum. Sera fitt, væluppdrigin og røsk børn. Blíðar fiskikvøður, Jórun, flokslærari