Boð.
Góðu foreldur Argir 24/9
Sum áður boðað frá fara vit nú á seturskúla í Klaksvík. Vit fara mánamorgunin 28/9 kl 9.20. Vit møta á Farstøðini kl 9.05 í seinasta lagi.
Vit búgva i Skótahúsinum í Klaksvík.
Vit koma heim aftur mikudagin kl 13.30 á Farstøðina. Deiligt um tit heinta børn tykkara har tá.
Kostnaður 250 kr.
Hetta skulu tit hava við:
Klæðir frá top til tá
Toilettlutir
Soviposa, kodda og lak ella dýnu, kodda, lak og seingjarklæði
Svimjuklæði og handklæði
Góð útiklæði (jakka, regnbuksur, góðar gangiskógvar, húgvu og handskar).
Síðani skulu tit hvør hava hetta við:
Benjamin: Eina portión av bollum
Elias: 2 rugbreyð
Elisabeth: 2 rugbreyð
Emilia: Eina portión av bollum
Eva: 2 pk jogurt
Jóannes: 20 fruktir
Julia: 20 fruktir
Kaj Armar: Hamburgarrygg og livradeiggj
Kristina: Hamburgarygg og 1 dunk av saft
Lukas: 1 dunk av saft og ljósa páleggsjokolátu
Marta: 1 pk ljósa páleggsjokolátu og eina av myrkari
Rakul N: 2 pk av onkrum pylsum
Rani: skuffukaku
Reðin: 2 litrar av djús
Rún: 2 pk smyr/smør
Sólbjørt: litrar djús
Vit vóna at hetta verður ein fantastiskur túrur, ið fer at bøta um trivanað og skapa enn betri samanhald í 9.a.
Vinarliga
Trúgvi og Nina