Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 3. flokkur / A /
Vikuætlan

Vikuætlan.

Dagligt heimaarbeiði:

  • Lesa hvønn dag í 15-20 min. og skriva í bókamerkið.

  • Venjið tabellirnar dagliga.                                                                                                                           

  • Hugskot: Venjið eina ella tvær tabellir, tá tit eru í bili. Støddfrøði verður nógvar ferðir lættari, um næmingurin dugir tabellirnar      
  • Vit eru byrjað at venja Ormin langa. Vit venja tvey ørindir um vikuna.
  • Tit finna kvæðið her: Ormurinlangi.pdf
Vika 43
Mánadagur
2026-10-19
  • Støddfrøði +-×÷

    Roknið s.4 hesa vikuna.
    Hygg um barnið hevur skilt hvussu tað skal roknast. Vegleiðing er á fremstu síðunum, um neyðugt.

Týsdagur
2026-10-20
  • Ítróttur

    Grøni bólkur svimur og møtir í svimjihøllini í gl. Argjaskúla við svimjiklæðum, svimjibrillum og handklæði.
    Hini hava ítrótt í høllini. Minnist til innandura skógvar og handklæði.
    Bólkarnir síggjast undir boðklivanum https://sah.fo/314

    Næmingarnir skulu ikki gera ítrótt í klæðunum, sum tey koma í skúla í.

  • Føroyskt

    Heima: Venjið fyrisøgn 8 heima til í dag við at skriva hana pent niður í fyrisagnarheftið. Venjið síðan nøkur orð saman við einum vaksnum, sum spyr, hvussu tey stavast.

    Í skúlanum: vit skriva fyrisøgn og lesa.

Mikudagur
2026-10-21
  • Føroyskt

    Heima: Lesið s. 28-31 í Hervør og Høgni og tosið um innihaldið.

    Í skúlanum: Vit lesa tekstin saman og gera s. 22-25 í Hervør og Høgni arbeiðsbókini. Verða tey ikki liðug í skúlanum, kemur bókin heim við at gera liðugt heima.

Hósdagur
2026-10-22
  • Støddfrøði +-×÷

    Roknið s.4 hesa vikuna.
    Hygg um barnið hevur skilt hvussu tað skal roknast. Vegleiðing er á fremstu síðunum, um neyðugt.

  • Føroyskt

    Heima: Venjið ørindi 3-4 heima í Orminum langa. Lesið eisini í 15 minuttir hvønn dag. Skrivið í bókamerkið, hvat tit hava lisið.

    Í skúlanum: Vit lesa, arbeiða í betri handskrift og skriva søgur.

Fríggjadagur
2026-10-23
  • Lesið í 15-20 min. hvønn dag og skrivið í bókamerkið.

  • Pylsubreyð

    7.b samlar pening til námsferð. Í hesum sambandi selja tey pylsubreyð fríggjamorgunin beint fyri matarsteðgin. Hvørt pylsubreyð kostar 10kr. Tey, ið ynskja at keypa, mugu hava reiðan pening við.7. b takkar fyri stuðulin.

  • Hugnakvøld verður 28.okt

    Hugnakvøldið, sum fyrst hevði fingið dato 27.okt verður nú 28.okt ístaðin.

    ●Hugnakvøldið verður á grunddeild. 28.okt kl 18-20 fyri næmingunum (ikki foreldur og systkin hesufer).
    ●Øll hava okkurt etandi við sum kann deilast.
    ●Vit keypa saft, tallerkar og koppar.

Ymiskt at minnast til:

  • Felags foreldrafundur verður 8.sep. kl.17. Fyri at fáa p-pláss, er skilagott at koma í góðari tíð. (Fundur er á allari grunddeild samstundis)
  • Foreldraviðtalur verða 21. sep. og 28. sep. frá kl 13.45.
  • 28.okt verður hugnakvøld fyri børnunum í 3.a (eingin foreldur ella systkin hesuferð) kl 18-20. 
  • 3.fl er meldaður til skúlaleikir, ið er um várið 2027 (dato kemur, tá ið eg veit tað).
  • Árligi pyntidagurin er 30.nov. Loyvi er at hava okkurt gott við í matpakkanum hendan dag. 
  • Foreldraumboð 2026/2027:    Sandra (Lilja) 519994            Eva (Hanna J) 263386         Hildigunn (Benjamin) 288897

 

 

Spurningar og svar frá foreldrafundinum:

  • Skulu tey vaska hár eftir ítrótt: eftir ítrótt vaska gentur ikki hár, men dreingir gera. 
  • Skulu tey vaska hár eftir svimjing: ja
  • Sleppa at hava søtt við í skúla: 9 ímóti og 7 fyri. so vit halda okkum frá søtum við í skúla.