Vikuætlan.
Føst boð
Minnist til at hava pennahúsa við blýantum, linjál, saks, viskileður og spískara við í skúla. Eisini er gott at hava litir við.
Føroyskt:
Lesið 15 minuttir hvønn dag.
"Lær teg at stava" bókin og reyða mappa skulu altíð liggja í taskuni.
Leikur:
Børnini skulu ikki hava leikur, bamsur o.a. við í skúla. Tað órógvar illa í tímunum.
-
Støddfrøði
Vit eru byrjaði uppá kap. 5 Geometri. Onki fyri at rokna heima.
-
Føroyskt
Heima: Fyrireiki fyrisøgn "Søga 11" á s. 39 í "Lær teg at stava" bókini.
Í skúlanum: Vit skriva fyrisøgn -
Kvæði
Øll hava fingið eitt heftið við kvæðnum "Ormurin Langi" við heim. Liggur eisini her https://sah.fo/311
Heima: Lesið væl uppá annað og triðja ørindi.
Í skúlanum: Vit kvøða -
Pylsubreyð
7.b samlar pening til námsferð. Í hesum sambandi selja tey pylsubreyð fríggjamorgunin beint fyri matarsteðgin.
Hvørt pylsubreyð kostar 10kr. Tey, ið ynskja at keypa, mugu hava reiðan pening við.
7. b takkar fyri stuðulin.