Vikuætlan.
-
Dansk
Medbring diktatbogen.
-
Føroyskt
Heima: Frílesing í 15-20 min
Í skúlanum: Dýr og dorg + uppg. -
Ítróttur
Svimjingin er avlýst vegna myndatøku! Øll skulu vera í reyðum/gulum/appilsingulum klæðum til felags myndatøkuna kl. 10, har allir skúlans næmingar og starvsfólk skulu á.
Vit hava ítrótt aftaná myndatøkuna. Øll skulu hava ítróttarklæðir og handklæði við.
-
Enskt
We will do last lesson's homework: Read and translate pages forty-six and forty seven in "Mandy on Holiday" - If you haven't done so already.
-
Føroyskt
Heima: Lesið, ella fyrireikið tykkum til søguna, sum tit hava valt til 1.fl
Í skúlanum: Vit fara at vitja 1.fl í 3.tíma + arbeiða í Nem mál -
Dansk
Medbring Ælle Bælle bøger.
-
Floksins tími
Tóki hevur okkurt søtt við
-
Kunning
7.b samlar pening til námsferð. Í hesum sambandi selja tey pylsubreyð fríggjamorgunin beint fyri matarsteðgin. Hvørt pylsubreyð kostar 10kr. Tey, ið ynskja at keypa, mugu hava reiðan pening við.7. b takkar fyri stuðulin
-
Støddfrøði
Heima:
Rokna s. 49-51 lidnar
Rokna s. 42 heima (vit hava ikki rokna hana í skúlanum) -
Føroyskt
Heima: Frílesing 15-20 min + venja orð:
ætlaði - tá ið - segði - hevði - var farin - djóralækna - keddur - hevði ikki fingið skaða - altíð
Í skúlanum: Skriva fyrisøgn
( p.s. børnini vóru so røsk at lesa fyri skúlavininum:)