Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 2. flokkur / B /
Boðklivi

Boðklivi.

Lesiátak 3x3min

Vit byrja at venja at lesa skjótari. Næmingarnir hava verið til eina lesikanning, sum førleikastovan hevur skipað fyri. Lesikanningin vísti, at næmingarnir skulu venja seg at lesa skjótari. Vit skipa tí fyri einum lesiátaki, sum inniber at tey fara at lesa 3x3min, í síni frílesingbók. 

Næmingarnir lesa fyrst í tríggjar minuttir, og foreldrini fylgja við hvussu langt tey lesa. Síðani lesa tey frá sama stað tey byrjaðu, og lesa aftur tríggjar minuttir. Og síðani gera tey tað eina triðju fer. 

Næmingarnir fáa eitt skjal, líknandi sum mariuhønuheftið, í reyðu mappu. 

Í ár kvøða vit um Ormurin langi.

Vælkomin aftur í skúla :)

Vit byrja aftur í 2. flokki mikudagin t. 12/8 kl. 09:00. Næmingarnir møta til morgunsang og síðani fara vit í stovurnar. Næmingarnir eru í skúla til kl. 10.30. Ongin frítíðarskúli er fyrsta skúladag. 

Hósdagin 13/8 og fríggjadagin 14/8 eru skemafríir dagar, har Dania og Vanja (nýggi námsfrøðingurin í 2. flokki) vera.  Vit møta í skúlanum, og eftir ætlan fara vit ein túr á AB vøllin hósdagin. Fríggjadagin vera vit í skúlanum og hava ymiskar verkstovur. 

í komandi viku fylgja vit vanligu tímatalvuni.

Vit gleða okkum at síggja øll børnini aftur.

Telefonnr. hjá Dania J. Lava: +298 911202

Túrur við Sandá.