Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 1. flokkur / A /
Boðklivin

Boðklivin.

Vit fara at svimja :)

Hósdagin, 12. nov, fara vit at svimja. Elin og Marni koma við.

Vit hava allan fyrrapartin, so vit hava góða tíð. Vit møta sum vant í skúla, og fara so saman við bussinum til svimjihøllina í Gundadali.

Vit vera í teimum grunnu hylunum. Og so sleppa vit eisini í rutsjibanan. 

Í svimjitaskuni skulu bara vera svimjiklæðir og handklæð - t.v.s. ikki skiftiklæðir til aftaná. Hetta ger tað lættari hjá okkum at halda skil á.

Og gott hugskot er at hava navn á øllum klæðum :)

Um okkurt er í sambandi við svimjingina, eru tit vælkomin at siga okkum frá.

Spælibólkar í 1. A 2026/27.

Floksins Tími í 1. A - at hava við.

Í ár kvøða vit Ormin langa.

Foreldraviðtalur 1. A oktobur 2026.