28. aug. 2026
Felags foreldrafundur 8. septembur .
Týsdagin 8. septembur bjóða vit øllum foreldrum hjartaliga vælkomin til felags foreldrafund á skúlanum. Hetta er eitt gott høvi at fáa innlit í floksarbeiðið, práta saman og styrkja samstarvið millum heim og skúla.
Fundirnir verða hildnir úti í floksstovunum, og hvør deild hevur sína tíð:
Grunddeild og 7. fl - kl. 17.00
Miðdeild - kl. 18.00
8. fl og 9. fl - kl. 19.00
Eftir fundirnar verður eisini høvi at njóta ein drekkamunn saman á hvørjari deild.