Størv í Skúlanum á Argjahamri 2026/27.
Skúlin á Argjahamri søkir eftir lærarum og námsfrøðingum til skúlaárið 2026/27.
Vit søkja eftir:
Lærarum til Skúlan á Argjahamri
Okkum tørvar 4–5 lærarar skúlaárið 2026/27. Størvini eru full størv við starvsbroti 1,0. Tvey av størvunum eru føst størv.
Sí meira um lærarastørvini her: Lærarastørv í Skúlanum á Argjahamri.pdf
Lærara til serskúlatilboðið Ljósástovu
Okkum tørvar ein lærara til Ljósástovu skúlaárið 2026/27. Talan er um eitt fast starv við starvsbroti 1,0.
Sí meira um starvið her: Lærari til serskúlatilboðið Ljósástovu.pdf
Námsfrøðing til Skúlan á Argjahamri
Søkt verður eftir námsfrøðingi til grunddeildina í Skúlanum á Argjahamri. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2026/27 við starvsbroti 0,63.
Sí meira um starvið her: Námsfrøðingur til Skúlan á Argjahamri.pdf
Námsfrøðing til skúlatilboðið Ljósástovu
Okkum tørvar ein námsfrøðing í tíðaravmarkað starv í Ljósástovu skúlaárið 2026/27. Starvsbrotið er 0,85.
Sí meira um starvið her: Námsfrøðingur til skúlatilboðið Ljósástovu.pdf
Freistin at søkja størvini er fríggjadagin 5. juni kl. 13.00.