Búmerkið hjá felagnum
08. mai 2026

Kaufen und verkaufen - at keypa og at selja.

Hesa síðstu tíðina áðrenn ársroyndir byrja, hevur týsktholdið í 8. flokki lært at arbeiða við at keypa og selja á týskum.
Uppgávan var: Um eg slapp at eiga handil ella matstovu, hvussu hevði mín/mítt dreymakaffistova, dreymahandil, dreymabakarí, dreymakiosk ella dreymakondittarí so verið? Hvussu hevði mín dreymur sæð út, hvat hevði eg selt og hvat hevði tað kostað í evrum? Næmingarnir skuldu gera ein príslista á eina stóra plakat, og hetta gjørdist sera flott! Næmingarnir hava lært at arbeiða við evrum, har vit hava nýtt spælipengar, og so skuldi allur handil og øll søla sjálvandi ganga fyri seg á týskum. 
Hetta var avbera stuttligt og læruríkt. Næmingarnir vóru ómetaliga hugagóðir og ágrýtnir.


Es macht so viel Spaß, Deutsch zu lernen! - Tað er so stuttligt at læra týskt! 


Skrivað hevur Astrið Breckmann

Fleiri myndir.