21. apr. 2026
Várframsýning.
Týsdagin 28. apríl frá kl. 15.00 til 17.00 verður várframsýning á skúlanum. Tá verður møguleiki at koma inn at síggja ymiskt, sum næmingarnir hava arbeitt við í handaverk og list.
Á framsýningini verða ymisk arbeiði sýnd fram, og tit fáa eitt innlit í nakað av tí skapandi arbeiðinum, sum næmingarnir hava havt hendur í gjøgnum tíðina. Hetta er ein góð løta at koma inn á gólvið, hyggja rundan um og síggja tað, sum næmingarnir hava gjørt.
Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga seinnapartsløtu á skúlanum.