Barnaval á Argjahamri.
Í gjár skipaði bókasavnið Varðin fyri barnavali, har næmingarnir fingu høvi at royna, hvussu eitt val fer fram – frá valhøli og valbásum til at leggja atkvøðuna í valkassan.
Niðri í látrinum var gjørt klárt við valbásum, valkassum og einum borði við teimum ymsu “flokkunum”. Men her vóru tað ikki vanligir politiskir flokkar, sum stóðu á listanum. Í staðin kundu børnini velja millum kendar persónar og bøkur, sum tey kenna frammanundan, eitt nú Abbi og eg og abbi, Emil úr Lønnibergi, Harry Potter, Og mamma, Pippi skipar fyri útferð, Øskufía og Albin djóravørður.
Hvør bók hevði eisini sítt egna vallyfti. Nøkur lovaðu meiri tíð til spæl, onnur fleiri ævintýr, gandaskúlar í Føroyum ella ein djóragarð á Argjum. Hetta gav nógv at tosa um, og næmingarnir tóku uppgávuna í stórum álvara, samstundis sum stemningurin var góður og lættur.
Samstundis var eisini høvi at seta kross við ein veruligan politiskan flokk. Á tann hátt sluppu næmingarnir ikki bara at royna sjálva valgongdina, men eisini at taka støðu til eitt meira veruligt val. Ætlanin er at samanbera hetta úrslitið við tað veruliga valúrslitið, sum verður kunngjørt í dag.
Fyri nógv var hetta eisini ein góður máti at læra um fólkaræði og atkvøðugreiðslu. Tey stóðu í røð, fóru inn í valbásarnar, skrivaðu sítt val á seðilin og løgdu hann í kassan – júst sum til eitt veruligt val. Tað var spennandi at síggja, hvussu næmingarnir tóku lut og fylgdu væl við allari gongdini.
Barnavalið var sostatt bæði læruríkt og stuttligt. Tað knýtti bøkur, lesigleði og fólkaræði saman á ein hátt, sum bæði vakti forvitni og gleði – ein góð uppliving, sum møguliga fer at sita eftir hjá onkrum.