Vika við Astrid Lindgren: 10.–14. nov..
Í komandi viku (10.–14. november) hátíðarhalda vit Astrid Lindgren og hennara bókmentir. Hetta gera vit í samband við at Astrid Lindgren hevur føðingardag 14. nov – og Pippi Langsokkur bleiv heili 80 ár í ár! Vit gera okkum til reiðar við lesing, stuttfilmi og kreativum verkstovum við evnum úr bókaheiminum hjá Astrid.
Lesivikan
Vit leggja serligan dent á, at vit lesa fyri børnunum alla vikuna. Tað verða hugnaligar lesiløtur hvønn dag, har vit ferðast saman til Villa Villekulla, út á garðin hjá Emili, til Dundurdal, inn í skógin hjá Ronju og onnur spennandi støð. Hugnaligar søguløtur hvønn dag, har vit ferðast saman gjøgnum kendar og kærar søgur.
Okkurt kreativt
Í skúlanum hava vit verkstovur við Astrid-tema. Har kunnu børnini skapa, tekna, klippa og finna uppá sínar egnu frásagnir – inspirerað av Pippi, Emil, Børnunum í Dundurdali, Mio mín Mio, Brøðrunum Leyvuhjarta og fleiri.
Vit gleða okkum at síggja, hvat tit finna upp á!
Framsýning á bókasavninum
Skúlabókasavnið fer at vísa fram alt tað kreativa, sum børnini hava gjørt í lesivikuni. Foreldur og familjur eru hjartaliga vælkomin at koma framvið og hyggja.
Fríggjadagin 14. november – føðingardagur!
Tað hevði verið stuttligt, um børnini komu í skúla íklødd við íblástri úr bókaheiminum hjá Astrid Lindgren. Kanska síggja vit Pippi, Ronju, Emil – ella onkran annan úr bókunum. Hetta er sjálvandi valfrítt. Einføld hugskot rigga væl, t.d. ójavnir sokkar, sloyfur ella ein eyðkendur hárstílur.