Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

15/10/2025

Skíggjasunn

Nú er átakið SkíggjaSunn farið av bakkastokki, og vit vóna, at tit øll vilja vera við at varpa ljós á, hvussu nógv vit brúka skíggjar – og hvussu tað ávirkar okkum. Átakið leggur dent á at økja tilvitið um skíggjanýtslu, og hvussu vit kunnu finna ein betri javnvág millum tíðina frammanfyri skíggjan og alt hitt góða, sum hendir uttanfyri hann.

Á www.betri.fo/skiggjasunn kanst tú lesa meira um avleiðingarnar av ovurnýtslu av skíggjum, og finna góð ráð til, hvussu tú og familjan kunnu gerast meira skíggjasunn. Tað er eitt lítið stig í rættan veg, men eitt stórt stig fyri trivnaðin hjá okkum øllum ????