Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

15/07/2024

Lærarastarv leyst at søkja

Okkum tørvar 1 lærara skúlaárið 2024-25 at byrja 1. august.

Talan er um eitt farloyvisstarv staðsett í miðdeild við lønarbroti er 0,8

Førleikakrøv:

Okkum tørvar ein lærara, sum kann undirvísa í hesum lærugreinum:

Kristni, søgu, støddfrøði, náttúru og tøkni og ítrótti/svimjing hjá dreingjum.

Harumframt hevur tað týdning, at tann setti kann røkja flokslærarauppgávuna.

Søkt verður eftir lærara sum

• dugir væl at samstarva og samskifta

• vil menna seg sjálvan og skúlan

• sýnir næmingum og undirvísing eldhuga

• vil fevna ymisleikan og styrkja felagsskapin

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at setti lærari er tænastumannasettur
frammanundan.
Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi týsdagin 30.07.2024 kl. 12.00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 224240

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir