Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

15/05/2023

Spennandi starv sum toymisleiðari í Ljósástovu í Skúlanum á Argjahamri

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Tað er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Hetta er eitt nýtt tilboð, og tú fært tí sum leiðari høvi at seta tín dám á skúlatilboðið. At byrja við fara umleið 8-10 børn at ganga í Ljósástovu.

Starvslýsingin kann lesast her:

Toymisleiðari til Ljósástovu.pdf