Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

15/05/2023

Várframsýning verður 31. mai

Árliga Várframsýningin hjá Handaverk og List lærugreinunum verður mikudagin 31. mai kl 16.00-18.00.

Framsýningin er í og uttanfyri handaverk og listhølunum á miðhæddini. Møguleiki er at síggja ymiskt, sum er framleitt í lærugreinunum handarbeiði, smíð, evning og myndlist. 

Kl. 17.00 spælir tónleikaholdið í framhaldsdeildini í Miðrók.

Her eru myndir frá eini framsýning í 2018: https://sah.fo/?p=400&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=306