Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

02/05/2023

Ein góð barnadansistevna

Leygardagin 22.apríl vóru vit av Skúlanum á Argjahamri á Barnadansistevnu í Runavík.

Uml. 30 fólk, bæði børn og vaksin, vóru við, og vit høvdu ein góðan dag saman við fólki úr øllum Føroyum.

Vit dansaðu sjálvandi nógv, og vit sluppu at kvøða m.a. tað, sum vit hava lært okkum hetta skúlaárið: Nykurs vísu, Sigmunds kvæði yngra, Flóvin Bænadiktsson og ymiskt annað.

Fyrrapartin vóru vit eisini útferð við kanónina á Nesi, har Alfred Olsen segði frá um kanónina og ymist annað í samband við seinna heimabardaga.

Slái ring bjóðaði busskoyring til og úr Runavík, og Eysturoyar dansifelag skipaði væl fyri í Skúlanum við Løkin og í Skótahúsinum við Løkin og bjóðaði mat og drekka allan dagin.

Ein góður dagur saman við fittum og hugaðum næmingum, systkjum og foreldrum.