Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

13/04/2023

Pangea: Jónatan vann og Lisa bleiv nummar tvey

Norðurlandahúsið var aftur í ár karmur um finaluna 2023, har 37 luttakarar komu at royna seg. Øll høvdu familju við - og onkrir lærarar komu eisini við at forvitnast. Skúlin á Argjahamri hevði næmingar í fínaluni í 3. og 5. flokki. 


Finalan gekk væl, tí í 3. flokki vann Jónatan Jákupsson Hansen og kann tí kalla seg besta roknara í sínum floksstigi, meðan Lisa Rask Olsen kann kalla seg næstbesta roknara av øllum 5. floksnæmingunum, sum luttóku í Pangea.

Til morgunsangin mikudagin 12. apríl, valdi skúlin at heiðra teimum fyri flotta úrslitið. Sanna Vitalis segði nøkur orð um kappingina og vegna skúlan, handaði teimum hvør sína gávu.

Ætlanin er at Pangea kappingin verður aftur í 2024.