Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/03/2023

Samrøður við Christian og Óðin um námsferðirnar í Norra og Letlandi

 

Christian Nielsen

Hvat dámdi tær at vera á nordpluss skúla í Midsund?

Eg haldi hetta var ein góður, stuttligur máti at læra okkur nýtt.

Hvat nýtt lærdu tit?

Vit læru um eitt helli, sum var uppi í fjøllinum, hvussu fólk búðu har saman við dýrum, fyri fleiri hundrað árum síðani. Eisini lærdu vit um ymiskt lívfrøðiligt, sum vit funnu niðri í fjøruni.

Tann dagin vit vóru í Molde á Romdalssavninum, lærdu um, hvussu norðmenn hava selt trø kring trø í Evropa. Eisini lærdu vit um, hvussu fólk, sum skikkaðu sær illa fyri 200 árum síðani, vóru bundin uttanfyri kirkjuna og spýtt á.

Tá vit vóru í Ålesund og vitjaði sjósavnið Atlantic seapark, sóu vit alt lív í sjónum úr Altantshavninum. Eisini lærdu vit, hvussu vit kundu matgera alt á einum fiski. Tað tey flestu hildu smakkaði best var Fiskanuggets.

Hvat var tað besta við túrinum?

Tað besta við túrinum var at læra næmingarnar í Letlandi og Norra at kenna. Eg gleði meg at møta teimum, tá tey koma at vitja okkum í mai/juni í ár.

 

Óðin Sigmundsson

Hvat dámdi tær túrin í Letlandi?

Mær dámdi túrin sera væl. Hann var spennandi, stuttligur og gott at læra okkurt nýtt.

Hvat nýtt lærdu tit?

Vit lærdu at 52 % av Letlandi er skógur, tað er teirra høvuðsvinna. Vit lærdu, hvørji amboð vóru úti í skóginum at høgga trø niður, hvørji arbeiðsklæði og brillur tey nýttu, tá tey vóru til arbeiðis. Vit sluppu at royna at taka trø upp við einari maskinu og flyta tey runt.

Ein dagin lærdu vit at dansa letiskan fólkadans og spøl.

Eisini vitjaðu vit tað stórsta vatnið í Letlandi, sum er tætt við Lubana, har vit búðu. Har fingu vit undirvísing um nógvar fuglar, sum hildu til við hetta vatnið. Meðan undirvíst var, hoyrdu vit fuglaljóðið á tí ávísa fuglinum, vit hoyrdu um.

Hvat var tað stuttligasta við túrinum?

Tað var stuttligt at møta teimum norsku og lettlisku næmingunum. Serliga áhugavert var at síggja, hvussu nógv øðrvísi tað var at búgva hjá heima hjá næmingum við einari heilt aðrari mentan.

Eg gleði meg at síggja næmingarnar frá Letlandi og Norra í summar. Tá fáa tey høvið til at síggja og uppliva okkara náttúru.