Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

24/03/2023

7.a í Nordplussamstarvi við Norra og Letland

Norðpluss hevur sum endamál at fremja samstarv og netverk millum skúlar í Norðanlondum og Baltisku londunum. Samstarvið er grundað á eina fakliga arbeiðsgongd, sum flokkarnir saman arbeiða við.

Okkara samstarv er ein norskan skúla úr Midsund og ein lettiskan skúla úr Lubana.

Heitið vit arbeiða við er: Hvussu kunnu vit nýta náttúruna, sum partur av okkara námsætlan.

Í okt. ´22 fóru 11 næmingar og tveir lærarar til Noreg at vitja skúla og næmingar í Midsund, sum hoyrir til Molde kommunu. Vit vóru har í fimm dagar saman við næmingum úr Letlandi og teimum norsku næmingunum, har vit upplivdu ymiskt í náttúruni.

MIDSUND 2. OKT. - 7. OKT. ´22

Dagur 1 - Dagurin snúði seg um at koma at kenna hinar næmingarnar, skúla og nærumhvørvið.

Dagur 2 - Vit fóru út í náttúruna, vitjaðu eitt gamalt helli, fóru oman í fjøruna, bygdu sandslott og grillaðu.

Dagur 3 - Henda dagin koyrdu vit til Ålesund, har vit vitjaðu Atlanterhavsparken.

Hetta var eitt sjósavn, sum vísti alt livandi í sjónum í Norðuratlandshavinum.

Vit fingu undirvísing um, hvussu vit kundu fáa mest møguligan mat úr einum fiski.

Dagur 4 - Ætlanin var, at vit skuldu øll niðan í fjøllini at ganga, men verðið var ov vánaligt til tað. Tí endaðu vit í eini høll í Midsund, har vit klatraðu á einum klatriveggi.

Um kvøldið var ein fótbóltsdystur á skránni á Molde stadium fyri teimum næmingum, sum høvdu hug til tað.

Dagur 5 - Vit fóru øll við báti og bussi til Molde, har vit vitjaðu Romdalsavnið. Hetta savnið vístu okkum, hvussu tað var at liva í hesum nærumhvørvinum fyrr í tíðini.

LUBANA 5. MARS - 10. MARS´23

 

Dagur 1 - Dagurin snúði seg um at koma at kenna hinar næmingarnar, skúla og nærumhvørvið. Eisini høvdu vit spurnarkapping um samstarvslondini. Um kvøldið læru næmingarnir at dansa letiskan fólkadans og dansispøl.

Dagur 2 - Vit byrjaðu dagin við at arbeiða í trimum ymiskum skapandi verkstøðum.

Vit lærdu at gera stearinljós, málaðu klædnaposar og teknaðu magnethøvd. Seinnapartin fóru vit til størsta vatnið í Letlandi, sum kallast fyri: Lake Lubana.

Har fingu vit frágreiðing um fuglar, sum livdu har. Skipað var eisini fyri postarenning í økinum. Seinni um dagin var hundaframsýning á skúlanum.

Dagur 3 - Henda dagin fóru til eitt øki í náttúruna, sum tey kallaðu Skógarvøggustova/Vakstrarstova, har vit lærdu um varðveitslu av skógarhaldi frá fræ til stikling.

Seinni vitjaðu vit eitt savn av steinum og koppum úr ymiskum londum. Eisini vóru steinar úr Føroyum á savninum.

Seinnapartin royndu næmingarnir seg at standa á skíum.

Dagur 4 - Dagurin byrjaði í skúlanum við einum skógarserfrøðingi. Hesin greiddi okkum frá um skógarvinnuna, sum er høvuðsvinnan í Letlandi.

Eftir tað fóru vit út í skógin, har vit sóu, hvussu arbeitt var við skógarvinnuni. Næmingarnir sluppu at royna seg at koyra við traktorunum.

Seint seinnapartin var ein veitsla, har næmingarnir og foreldrini fingu pitsa, sum næmingarnir høvdu gjørt. Eisini løgdu tey fram og vístu myndir av tí, sum tey høvdu upplivað hesa vikuna.

Dagur 5 Hesin dagurin byrjaði tíðliga um morguni við 19 kuldastigum, har vit tóku bussin úr Lubana til Riga. Í Riga fóru vit inn í eitt keypsmiðstøð, har næmingarnir kundu keypa, eta og standa á skoytum. Dagurin endaði við, at vit fóru á Hilton at sova.

 

Bjørg A. Poulsen og Lissi Hansen