Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

24/03/2023

6. flokkur í finaluna í Skúlaleikum

6. flokkur var til Skúlaleikir mikudagin. Hetta var á heimavølli, tí tiltakið var í høllini á Argjahamri. 

Næmingarnir kappaðust í kurvabólti og rørslumegi.

Dagurin byrjaði við upphiting og stuttari kunning, hvussu leikur fór fram. Síðani kappaðust næmingarnir í liðunum. Hetta gekk somikið væl, at 6. flokkur vann undanstevnuna.

Hetta hevði við sær, at 6. flokkur skal luttaka í finaluni, sum verður í mai.

Tillukku og góða eydnu!