Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

15/03/2023

4. flokkarnir luttóku í Skúlaleikum

Týsdagin 14. mars luttóku 4. flokkarnir í Skúlaleikum. Kappast varð í flogbólti og frælsum ítrótti. Hóast skúlin ikki kom víðari í leikunum, so kláraðu næmingarnir seg væl í báðum greinunum. Skúlaleikir eru ikki bara um at kappast, men er draga seg um felagsskap og rørslugleði fyri øll.


Ítróttasamband Føroya hevur tikið stil til Skúlaleikir, sum er eitt átak, sum skal geva næmingum og lærarum íblástur. Næmingar royna seg í ymiskum greinum í ítróttatímanum og hittast til stevnur, har øll fáa eina ítróttaliga uppliving saman. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.