Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

21/02/2023

Forfólkini í næmingaráðunum á felags næmingaráðstevnu

Týsdagin í farnu viku var felags næmingaráðstevna í Kollafjarða skúla, har øll næmingaráðini í Tórshavnar kommunu vóru boðin. Endamálið var at síggja hvussu hini næmingaráðini arbeiða, og at seta hol á kjakið um eitt landsfevnandi næmingaráð.


Bæði næmingaráðini í Skúlanum á Argjahamri luttóku á stevnuni, ið var sera positiv og uppbyggjandi. Tey dugdu sera væl at greiða frá okkara arbeiði, sum mest snýr seg um at skapa trivnað á deildunum. Vit fingu væl burturúr, og breið semja var um at eitt landsfevnandi næmingaráð bæði hjálpir okkum at læra, hvør frá øðrum, og gevur næmingunum eina sterkari rødd. Vit gleða okkum at fylgja við í hesum arbeiðinum framyvir.

Forfólkini fyri ráðini eru Torkil Skála og Saxo Vasa fyri Hádeild og Leon Samuelsen og Eva á Rógvu fyri Miðdeild.

Skúlablaðið skrivar eisini um dagin her.