Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/02/2023

Smáttan komin í Varðan

Í longri tíð hava bókavørðarnir í Varðanum havt eitt ynski um, at tær fingu eitt lesihús, sum bæði kundi brúkast til at vísa bøkur fram og at sita inni í og lesa. Hetta hugskotið varð vent við húsavørðin, Rúna Sørensen, sum ikki lá á boðunum. 

Hann hevur evnað hetta sera snotiliga lesihúsið í kjallaranum og tá tað skuldi berast uppá, máttu vit hava hjálp frá fleiri røskum næmingum og lærarum. Húsið hevur ljós inni og smáar benkrir, sum ger, at man kann sita inni har í frið og náðum og lesa. Lesihúsið hevur fingið navnið Smáttan.

Skúlin vónar at Smáttan kemur at stimbra lesihugin hjá næmingunum enn meira.

Fleiri myndir kunnu síggjast her