Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

07/02/2023

Týsktholdið í 9. flokki í biograf

Skúlin á Argjahamri hevur eitt fantastiskt týskthold í 9. flokki. Tey eru fá men kná, eru arbeiðssom, vilja fegin læra og duga sera væl. Tá ið ein næmingur velur týskt, veit hann ella hon, at viðkomandi skal hava 4 fleiri tímar um vikuna enn hinir næmingarnir. Týsktnæmingarnir mugu møta fyrr í skúla og fáa seinni frí. Teir hava fleiri skúlating og mugu arbeiða meira enn hini. Harafturímóti verða týsktnæmingarnir eisini rættiliga forkelaðir. Tað hava teir uppiborið.

Hósdagin í síðstu viku mitt í skúlatíð slapp týsktholdið í biograf. Vit høvdu hoyrt um ein týskan film, sum eitur "Wannseekonferenz". Filmurin handlar um fundin, ið varð hildin í 1942 um, hvussu nasistarnir skuldu loysa "Die Judenfrage" - jødaspurningin. Og av tí at søgu- og týsktlærarin í 9a er hin sami, gjørdist hetta eisini tvørfakligt, tí 9. flokkarnir hava júst lært um seinna heimskríggj og Holocaust.
Fyrst máttu vit fáa loyvi at sleppa í biograf, og hesum vildi leiðsla skúlans 100% hjálpa okkum við. Týskt eigur eitt sindur av peningi, so vit sluppu ikki bara í biograf, men fingu eisini sodavatn og poppkorn afturvið.
Tá ið vit skuldu bíleggja atgongumerki, gjørdust vit sera vónbrotin, tí filmurin var tikin av heimasíðuni. Tað var tí, at øll týsktholdini á Glasi og á Kambsdali høvdu bílagt Sal 1 til filmin. Men tey, sum eiga biografin, vóru so fitt, at vit fingu allan Sal 2 fyri okkum sjálv!
Okkara týsktnæmingar eru so dugnaligir, at eg eri sannførd um, at tey skiltu minst líka nógv av filminum sum miðnámsskúlanæmingarnir. Tað var fantastiska hugkveikjandi at tosa við næmingarnar um filmin aftaná og at uppliva, hvussu nógv næmingarnir høvdu fingið burturúr.

Vit vilja takka leiðsluni so hjartaliga fyri, at hon stuðlar fremmandamálsundirvísingini so væl, og vit gleða okkum til fleiri framtíðarupplivingar.

Liebe Grüße
Die Lehrerin:
Astrið Breckmann 
Und Die Schüler:
Odd, Martin, Hugin, Hørður, Brandur, Christian, Maria, Jodvig, Dortea, Ester und Fríðunn