Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/02/2023

Evnisvika og verkætlan seta dám á vikuna

Hendan vikan verður merkt av, at skúlin hevur niðurlagt alt vanligt virksemi, tí evnisvika og verkætlan er sett á skrá. 

Hjá grund- og miðdeild er vikan skipað soleiðis, at allar dagar eru frá kl. 8.00-12.35. Næmingar í Grunddeild og Miðdeild er býtt í 5 bólkar, har næmingarnir blandaðir saman. Tó eru deildirnar fyri seg. Hetta er gjørt fyri at næmingar skulu koma at kennast betur yvirum floksmørkini.

Evnisvikan hevur fingið yvirskipaða navnið "Føroyar og nærumhvørvið". Í grunddeildini eru verkstøðini "Fiskar og Sjósavnið", "Føroyskur dansur", "Hans A. Djurhuus", "Gomul spøl" og "Tjóðsavnið og grind". Í miðdeildini arbeiða tey við líkandi evnum, men tó er "Kreavtivur verkstaður", "Rógving" og "Kort og gøtunøvn" komið ístaðin fyri okkurt av hinum evnunum.

Hádeildin hevur verkætlan, har yvirornaða evnið er "Hugsa Føroyskt". Evnið er rættiliga broytt, men skal hava røtur í føroyskum viðurskiftum. Seinastu vikuna hava næmingarnir fyrireikað seg til verkætlanina, har t.d. spurdómur er blivin orðaður. Ein spennandi og øðrvísi vika er farin av bakkastokki.

Myndatólið var ein túr runt í skúlanum í morgun og sigast má at næmingarnir sleppa at uppliva ymiskt. Sí myndirnar her.