Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

31/01/2023

Kvæðavikuskifti í Skúlanum á Argjahamri

Farna vikuskifti hava næmingar úr øllum deildum í Skúlanum á Argjahamri luttikið á kvæðatiltøkum.
Fríggjakvøldið var kvæðahugni fyri grunddeild og miðdeild. Næmingarnir - 120 í tali - møttust í skúlanum, har teir fingu pitsu og spældu spurnarkapping. Síðani fóru vit í Norðurlandahúsið, har vit luttóku í barnadansinum saman við Dansifelagnum í Havn. Vit vóru so heppin, at vit sluppu at skipa Nykursvísu og Sigmundskvæði yngra, og tað gekk upp á stás.

Leygarkvøldið var kvæðahugni fyri hádeild. Næmingarnir møttust í skúlanum, har vit ótu pitsu og lurtaðu eftir útvarpsspurnarkappingini Tú manst vita frá mongum at siga. Vit spældu eisini kvæðastafett og hugdu eftir Ole Morske, har dansilagið er heilt serligt.
Síðani var farið í Skansastovu, har Tøkum Lætt skipaði fyri kvæðahugna fyri ung millum 13 og 16 ár. Vit kvóðu, spældu dansispøl, dansaðu útlendskan fólkadans og spældu borðspøl, har kvæða-quiz var sera vælumtókt.
Kvøðingin stendur í besta blóma, nú føstan nærkast.

Myndirnar eru frá tiltakinum hjá hádeild.