Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/11/2022

Pyntidagurin eydnaðist serstakliga væl!

Fríggjamorgunin, tá næmingar komu í skúla, hoyrdist fagrir jólatónar í hátalarunum. Ljósið var dempað so mikið, at tað kendist hugnaligt at koma innum. Á stórskerminum stóð Jólini á Argjahamri, prýtt við jólakúlum og grann. Nógvir næmingar høvdu tikið boðini til eftirtektar, um at møta í jólahúgvum ella jólatroyggjum.

Morgunsangin leiddi Mona okkum hegnisliga í gjøgnum, har vit sungu "Eitt fjós og ein krubba", "Eg eri so spent til jóla" og til seinast sungu vit "Sleðurokk".

Í sanginum "Eg eri so spent til jóla", verður sungið um konditaríið. Mona spurdi næmingar, um nakar visti hvar tað var og vísti síðani myndir av gamla konditaríðnum og greiddi frá, hvussu tað var fyrr.

Eftir morgunsangin fóru øll í flokkarnar at pynta stovurnar og hugna sær.

Myndir frá degnum síggjast her: https://sah.fo/?p=534&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=647