Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

18/08/2022

Forskúlin og 1. flokkur fyrsta skúladag

Fyrsti skúladagur er altíð ein spennandi dagur í skúlanum. Eitt er, at næmingarnir koma aftur í skúla eftir eina langa summaferiu og óivað gleða seg at koma aftur, men hetta er eisini allar fyrsti dagurin hjá forskúlanum og 1. flokki. 

Í dag byrjaðu 18 næmingar í forskúlanum og 47 næmingar í 1. flokki.

Skúlin vil ynskja teimum hjartaliga vælkomnum og vóna at skúlatíðin verður ein góð tíð.