Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/05/2022

Níggju lærarastørv leys at søkja

Okkum tørvar 9 lærarar til skúlaárið 2022-23

5 av størvunum eru føst, meðan 4 eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2022-23

Tvey av størvunum eru partvís í forskúla og skúla.

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í:

Føroyskum, donskum, enskum, støddfrøði, samfelagsfrøði, náttúra og tøkni, alis- og evnafrøði,
landalæru, handaverk og list og søgu og samtíð.

Okkum tørvar lærarar í øllum deildum. Harumframt tørvar skúlanum flokslærarar í grunddeild.

Søkt verður eftir lærarum sum

• duga væl at samstarva og samskifta
• vilja menna seg sjálvan og skúlan
• sýna næmingum og undirvísing eldhuga
• vilja fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi týsdagin 31. mai kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 302510
ella 224240

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir

Lýsingin kann lesast í PDF her.