Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

18/03/2022

Nýggjur varaskúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri

Setanarnevndin í Skúlanum á Argjahamri valdi í gjár at seta Jóanes Árting í starv sum varaskúlastjóra á Argjahamri.

Jóanes hevur arbeitt í donskum skúla, verið einalærari í Dímun og arbeitt sum lærari í okkara skúla í 14 ár.

Innan leiðsluøkið hevur Jóanes verið leiðari í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í fýra ár. Sambært Tórshavnar kommunu hevur Jóanes verið við til at bygt frítíðarskúlaskipanina í kommununi upp frá botni av, soleiðis at vit í dag hava eina vælvirkandi skipan.

Harumframt hevur Jóanes virkað sum aðalskrivari í Føroya Ungdómsráð í seks ár. Jóanes hevur eisini tikið ymisk skeið innan leiðslu. Jóanes hevur nógvar spennandi tankar um, hvussu vit kunnu fáa ein góðan skúla her á Argjum.

Jóanes byrjar í starvinum 1. apríl 2022.

Skúlin ynskir honum hjartaliga til lukku við starvinum og hepna hond.