Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

08/03/2022

Fráfaringarløta fyri Símuni Abrahamsen var í dag

Varaskúlastjórin, Símun Abrahamsen, hevði í dag sín seinasta arbeiðsdag. Í tí sambandi var hátíðarhald í skúlanum.

Á skránni vóru røður, felagssangur og framførsla. Til fráfaringarløtuna vóru familja og avvarandi hjá Símuni, starvsfólk skúlans, Skúlastýrið, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Tórshavnar kommuna. 

Skúlastjórin, Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, bjóðaði vælkomin og helt eina røðu fyri Símuni. Síðani kom forkvinnan í skúlastýrinum, Marianna á Dul Fríberg, fram at halda røðu. Eftir 4 sangir frá Sámali Ravnsfjall, helt Heðin Mortensen, borgarstjóri eina røðu. Eisini bar Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, fram eina heilsan.

Símun byrjaði í Argja skúla í 1998 og hevur tí starvast í 24 ár til samans í Argja skúla og Skúlanum á Argjahamri.

Skúlin, starvsfólk og næmingar ynskja at takka Símuni fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.