Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

25/02/2022

7. flokkarnir samlaðu 27.815 kr til børnini á Barnaheiminum

Í desembur 2021 skipaðu næmingar og lærarar í báðum 7.flokkunum fyri eini innsavnan. Næmingarnir arbeiddu m.a. í ymsum handlum og fyritøkum, seldu fløskur, høvdu bás í Miðbýnum, har teir seldu ymisk ting o.s.fr. Orsakað av Koronu fóru skúlarnir kring landið í jólafrí nakrar dagar, áðrenn teir skuldu. Hetta hevði ta ávirkan á okkara arbeiðið, at vit ikki sloppu at gera alt tað, vit høvdu planlagt. Innsavnanin gjørdist tí væl styttri enn ætlað. 

Næmingarnir ynsktu, at peningurin, sum kom inn, fór til børnini á Barnaheiminum í Føroyum, og at hann varð eyðmerktur til at geva børnunum á heiminum upplivingar, sum vóru við til at menna og stimbra tey. 

Upphæddin gjørdist: 27.815,00 kr

Í dag var so ein hátíðarløta á Hádeild, har Julianna Næs Olsen – deildarleiðari á Almannaverkinum – kom forbí at hitta hesar flokkar, sum høvdu arbeitt fyri at gleða børnini á Barnaheiminum. Hon fekk handa eitt bræv, sum næmingar høvdu skrivað til børnini á Barnaheiminum og ein kekk áljóðandi upphæddina. Aimilia úr 7.a handaði henni brævið.

Hetta var ein rørandi løta fyri Julionnu, at hitta næmingarnar. Hon helt tað vera sera vakurt gjørt av hesum ungu, fittu, lívsglaðu og røsku børnunum í skúlanum á Argjahamri. Hon greiddi eitt sindur frá um Barnaheimið – hví børn enda har, hvussu leingi tey búgva har – hvussu børnini búgva og eitt sindur um teirra lív. 

Næmingar fingu eisini møguleika at seta spurningar. 

Ein góð og hugnalig løta á Hádeild.

Vinarliga

Næmingar og lærarar í 7. flokkunum