Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/02/2022

Starv sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í fast starv at byrja 1. apríl 2022

Í Skúlanum á Argjahamri ganga 393 næmingar í 0. – 9. flokki. Harumframt starvast 44 starvsfólk í skúlanum.


Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum:
• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.
Harumframt skal varaskúlastjórin
• vera næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans
• saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
• hava góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
• hava vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans
• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd.
• hava góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálráðnum við tænastu í Skúlanum á Argjahamri. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið verður lønt í lønarflokki 34-1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. februar 2022 kl. 12.00

Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til skúlastjóran á tlf. 224240 ella við at senda teldupost til marin.sigvaldsdottir@skulin.fo