Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

20/01/2022

"Livandi bøkur" í Miðrók

Okkara næmingum, bæði smáum og stórum, dámar væl at hoyra søgur. Flestu lærarar hava bøkur, bæði stuttsøgur og framhaldssøgur, ið vit fortelja fyri teimum í flokkinum. Av og á koma flokkar oman á bókasavnið Varðan at hoyra søgur. Børnunum dámar væl at hugsavna seg um tað, tey hoyra.

Men vit hava ikki gjørt nógv við at fortelja uttan at brúka bøkur.

Tí fara vit í komandi viku at fáa vitjan av tveimum ”livandi bókum”, Hans Jákup Hermansen og Oddvá Nattestad, ið bæði duga væl at siga frá. Hesaferð sleppa næmingar í Hádeild, Miðdeild og 3.flokkur at lurta. Frásøgufólkini eru bæði fráfarnir lærarar, og tey fara at fortelja um

”At vera barn fyrr”

”Helen Keller”

”Fyrigeving- søgan hjá Tolstoj”.

Tiltakið ”Livandi bøkur” er partur av lesivikuni í yrkisbókum, sum bókasavnið Varðin skipar fyri á hvørjum ári í januar.